Benjamin framførir í Keypmannahavn

Nú fáa danir og føroyskir útisetar møguleikan at uppliva Benjamin, tí í februar trínur hann á pallin í Norðuratlantsbryggjuni.

 

Benjamin hevur fingið stóra viðurkenning í londunum kring okkum, og í næstum fer hann á stóra evropeiska rundferð.

Tað er í samband við hesa rundferð og við altjóða fløguútgávu, at Benjamin framførir á Norðuratlantsbryggju.

 

Aftrat honum vera Mikael Blak, sum spælir bass og keyboard og Jan Rúni Poulsen, sum spælir trummur.

 

-Tónleikaliga er bólkurin við sínum altjóða ljóði í einum stíltryggum og

eldhugaðum spenni at finna eitt stað millum americana og elektro-pop, skriva fyrireikarar í tíðindaskrivi.

 

Benjamin gav út sína fyrstu fløgu "Ghost with skin" í 2011 og fekk í samband

við sína framførslu á G-festivalinum í Føroyum eitt wildcard til Iceland Airwawes 2012, har hann framførdi fyri fyrstu ferð. Konsertin á Norðurbryggju verður hansara fyrsta í Danmark.

 

Tiltakið verður á týskvøldið 12. februar klokkan 21.00.