Benjamin Petersen avloysir Marius Ziska og Allan Tausen, ið hava givið avboð til Nirvanakvøldið í Spaniastovu í apríl.
Á 20 ára deyðsdegnum hjá Kurt Cobain 5. apríl verður konsert í Spaniastovu í Klaksvík har nakrir av okkara bestu sangarum tulka Nirvana. Ætlanin var at Allan Tausen og Marius Ziska skuldu spæla við, men av tí, at teir skulu til Íslands at spæla, hava teir givið avboð. Í teirra stað er Benjamin Petersen komin.
Kurt Cobain, stovnarin av amerikanska grung-bólkinum Nirvana, beindi fyri sær sjálvum 5. apríl 1994, í hesum sambandi hevur ungur Nirvana fjeppari úr Klaksvík, tikið stig til eina konsert í Spaniastovu, har nakrir av fremstu tónleikarunum í Føroyum spæla kendastu løg teirra frá 90’unum.
Kurt Cobain hevði stóran týdning fyri ”grunge-ættarliði” og tónleikin í 90’unum sum heild.
Tónleikararnir, sum framføra, eru:
Benjamin Petersen, Hans Andrias Jacobsen, Lindi Gardar, Jens Pauli Joensen, Jóannes Viðbjørg og Símun Heimistovu.
Umframt tónleikin, so hugleiðir Andras Sólstein um Nirvana og Kurt Cobain.