Forsetin í Real Madrid, Florentino Perez, kallaði í gjár til tíðindafund á Santiago Bernabéu. Eftir 4-0 ósigurin fyri FC Barcelona um vikuskiftið, so fóru gitingar í gongd um, at Real Madrid for at sekkja venjaran, Rafael Benitez.
Les eisini:Real Madrid kallað til tíðindafund
So bleiv ikki. Florentino Perez kom hinvegin við eini útmelding um, at felagið stendur saman um Rafael Benitez. Hann gav sostatt venjaranum sín fulla stuðul.
Les eisini:Barcelona bukaði Real Madrid
Í seinastuni hava fleiri miðlar skrivað, at tað er stór ónøgd í hópinum við fyrrverandi Liverpool venjaran. Serliga er tað verjukendi spælistílurin og venjingarnar, sum elva til ónøgd.
Av spælarunum er tað serliga Cristiano Ronaldo, ið tykist ónøgdur við umstøðurnar í kongafelagnum í Madrid. Hann verður í løtuni settur í samband við Paris St-Germain, men heldur ikki her var nakað nýtt at frætta á tíðindafundinum.
Sostatt vera Rafael Benitez og Cristiano Ronaldo framvegis í Real Madrid, hóast nógvar søgur um annað.