Fyri 11. ferð í hesum kappingarári skoraði Liverpool í yvirtíðini, tá ið liðið vann 1-0 á Fulham leygardagin. Og tað er venjarin Rafael Benitez væl nøgdur við. - Vit avtala ikki at skora so seint, men vit ganga høgt uppí, at vit geva ikki upp. Vit stríðast til seiansta sekund, og tað gevur úrslit, sigur Benitez, sum rósar sínum spælarum fyri at verða í góðum formi og kunna spæla allan dystin við fullari ferð.