Benitez vil stríðast

Venjarin hjá enska Liverpool, Rafael Benitez, sigur seg ikki ivast í, at spælarar hansara reisa seg eftir vána gongdina, tá teir í kvøld taka ímóti Birmingham. Liverpool hevur bara vunnið ein av seinastu sjey dystunum, og tað hevur viðført, at felagið nú er í vanda fyri at verða útsligið úr Champions League kappingini. Hópurin hevur eisini við plágaður av skaðum hjá lyklaspælarum, men nakrir av hesum eru nú um at verða tøkir aftur, og tað fer at gera mun, heldur Benitez.