Benitez vil hava størri breidd

Venjarin hjá Liverpool heldur, at skal hansara lið røkka heilt fram í enskum fótbólti, so má liðið styrkja seg við nøkrum spælarum og hava størri breidd. Rafael Benitez vísir á, at Manchester United hevur nógv fleiri spælarar enn Liverpool at velja ímillum, og skal Liverpool taka Manchester United, so má hópurin hjá Liverpool styrkjast til næsta kappingarár.