Benitez verður kunngjørdur í morgin

Rafael Benitez verður væntandi kunngjørdur sum nýggjur Real Madrid venjari í morgin

Sambært sponskum miðlum, fer spanska stórfelagið, Real Madrid, í morgin at hava tíðindafund. Á tíðindafundinum verður nýggi venjarin hjá Real Madrid væntandi kunngjørdur.

 

Tað tykist sannlíkt at spanski Rafael Benitez verður nýggjur venjari í Real Madrid. Benitez kunngjørdi í seinastu viku, at hann ikki heldur fram sum venjari í italska felagnum, Napoli, har hann hevur verið venjari tvey tey seinastu kappingarárini.

Hann skal avloysa Carlo Ancelotti, sum ikki slapp at halda fram sum venjari í Real Madrid. 

 

55 ára gamli Rafael Benitez hevur áður royndir sum venjari hjá Valladolid, Osasuna, Extremadura, Tenerife, Valencia, Liverpool, Inter, Chelsea og Napoli.