Hóast Liverpool, sum seinasta kappingarár bert tapti tvær ferðir, longu hevur tapt tríggjar ferðir í ár, so heldur venjarin hjá felagnum, Rafael Benitez, at teir framvegis hava møguleika fyri gullinum. – Í fjør spældu vit eina rúgvu av javnleikum, og tað kostaði kanska í seinasta enda. Í ár hava vit tapt tríggjar ferðir, men vit hava ongan javnleik, so tað kundi hent seg, at vit hóast alt fáa fleiri stig burturúr, segði Rafael Benitez, eftir at Liverpool í gjár tapti 2-0 móti Chelsea.