Sambært italskum miðlum verður tað Rafael Benitez, sum skal loysa sekkjaða Ciro Ferrara av sum venjari hjá Juventus. Ferrara fekk sekkin í farnu farnu viku, og fyribils hevur Alberto Zacheroni ábyrgdina av liðnum. Í gjár vóru umboð hjá Juventus í Onglandi, og miðlarnir skriva, at hetta var fyri at tosa við Benitez og Liverpool. Benitez hevur góð fýra ár eftir av sáttmálanum við felagið, men í ár hevur hann verið fyri hørðum ákoyringum fyri vantandi úrslit.