?Skora vit eitt mál, so er heilt víst, at vit eru víðari.? Hesum ivast Rafael Benitez ikki í. Inter og Liverpool leika á San Siro kl. 19.45 í kvøld. Liverpool vann heimadystin 2-0, og hava teir nú eitt sera gott útgangsstøði til returdystin. Jamie Carragher kemur at leika sín evropeiska dyst nr. 100 í kvøld. Tað er kortini samstarvið millum Fernando Torres og Steven Gerrard, sum fólk fegnast um. ?Hann er einastandandi, heilt fantastiskur. Eg hevði ikki vilja býtt hann um við nakran annan leikara.? sigur Steven Gerrard um spanska liðfelagan hjá sær. Torres hevur skorað 7 mál síðstu 4 dystirnar. Samanlagt hevur spaniólin skorað 25 mál fyri Liverpool. Benitez ætlar at leggja ein taktikk har Liverpool skal sláa til við mótálopum, men hann leggur upp til, at teir reyðu úr Liverpool mugu spæla upp til sítt besta, um teir skulu røkka fjórðingsfinaluni. Xabi Alonso verður ikki við Liverpool í kvøld, tí konan skal eiga hvørja løtu. Hjá Inter er svenski Zlatan Ibrahimovic tøkur aftur. Tað liggur í kortinum, at Zlatan fer at skriva nýggjan fimm ára sáttmála við Inter, sum fer at gera hann til best lønta yrkisleikaran í Heiminum.
Tíðindi









