John Aldrigde, sum í 80´unum skeyt hópin av málum fyri Liverpool, er ikki í iva.
Í samrøðu við eitt írskt fótbóltsblað sigur Liverpool-legendan, at vánaligu úrslitini hjá felagnum fyrst og fremst eru venjaranum at takka.
- Rafael hevði við vissu fingið sekkin, um talan var um nakað annað felag. Men spurningurin er, um Liverpool hevur ráð at keypa hann leysan av sáttmálanum, sigur Aldrige.
- Alt annað enn í minsta lagi eitt fjórða pláss er ein vanlukka fyri felagið og stóru skuldina. Men tíverri má eg siga, at eg í løtuni illa dugi at síggja, at felagið endar millum tey fýra bestu. Og tað ber ikki til, at Benitez framvegis gevur skaðum skuldina fyri hetta. Nú eru bæði Torres og Gerrard tøkir, men kortini valdi venjarin at spæla verjukent móti Portsmouth, sum er aftast í Premier League. Og úrslitið varð eisini eitt tap, staðfestir John Aldrigde.
Roknað verður við, at tað kostar Liverpool á leið 200 milliónir, um teir skulu slíta fimm-ára sáttmálan, sum varð undirskrivaður við Benitez í ár.









