Benitez ákærir Ferguson

Rafael Benitez segði við bretska blaðið, Daily Mirror, aftaná 1-2 tapið hjá Liverpool ímóti Manchester United á Old Trafford ígjár: - Fótbóltsdómarar eru professionelir, men øll vita hvussu stóra ávirkan Alex Ferguson hevur á teir.

 

Tað er serliga brotssparkið, sum førdi til, at United javnaði til 1-1, sum hevur fingið ilt í Rafael Benitez. Spanski venjarin hjá Liverpool hevur nærgranskað sjónvarpsmyndirnar, har Valencia hjá United fekk brotspark stutt aftaná, at Liverpool hevði lagt seg á odda 1-0. - Henda eina støðan broytti alt. Eg havi hugt fleiri ferðir eftir tí, og eg eri ikki sannførdur.

Teir vóru báðir í bóltinum, og eg haldi, at Valencia datt á ein løgnan hátt.

 

Spurdur, um hann heldur, at Valencia filmaði, svarar Benitez: - Ja eg eri ikki í iva.

 

Alex Ferguson meinar hinvegin, at Javier Masherano burdi fingið reytt kort fyri at fella Valencia. - Eg haldi avgjørt, at talan var um eitt greitt brotsspark. Og tá ein framherji verður forðaður í eini so góðari støðu, so eigur tann, sum fellir hann at fáa reytt kort, staðfestir Alex Ferguson.