Liverpool tapti fyri 9. ferð í Premier League, tá teir í kvøld vóru á vitjan hjá Wigan. Gestirnir byrjaðu annars dystin við at raka stongina, men so tók Wigan yvir. Tíggju minuttur fyri hálvleik eydnaðist tað Hugo Rodallega at renna seg leysan í Liverpool brotssteiginum, og seta eitt innlegg í mál.
Liverpool royndi í seinna hálvleiki at trýsta, men Wigan helt fast og vann sostatt 1-0. Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, var í øðini inn á sínar egnu spælarar eftir dystin. Hann helt millum annað, at Wigan hevði uppiborðið sigurin og at hansara egnu spældu ?óklókan? fótbólt. Hann var serliga ónøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki.
Liverpool liggur nú nummar seks við 48 stigum. Manchester City og Tottenham hava 49 stig, men hava spælt ávíkavist tveir og ein dyst færri. Aston Villa liggur nummar sjey, trý stig aftanfyri Liverpool, teir hava tríggjar dystir til góðar.