Tað var eitt lítið afturstig fyri Liverpool, at teir ikki bundu um ímóti Everton á Anfield Road í dystinum í gjárakvøldið. Liverpool venjarin, Rafael Benitez hevur kortini framvegis góðar vónir: - Spælarnir trúgva uppá, at teir eru førir fyri at kappast um meistaraheitið. Vit verða betri fyri, tá fleiri av okkara skaddu spælarum eru tøkir eftir. Vit eru javnir við Manchester United, og vit kunnu spæla betur, enn vit gera nú. Sigur Benitez við BBC.
Benitez heldur, at Liverpool spælarnir eru førir fyri at klára tað stóra trýstið, sum er á spælarunum at taka tað fyrsta meistaraheitið í 19 ár heim til Liverpool: - Tú ert ikki undir slíkum trýsti, tá tú hevur leiðsluna til 3 minuttir eru eftir. Og tað er heldur ikki trýst at verða javnur við Manchester United í januar. Vit eru sjálvandi vónbrotnir um hvussu illa vit vardu, tá Everton fekk fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Vit áttu at byrgt upp fyri tí. Vit tosaðu um ikki at geva fríspørk burtur uttanfyri brotsteigin, tí Everton eru so vandamiklir í deyðbóltsstøðum. Everton spældi ógvuliga beinleiðis, og vit burdu vart betur. Men vit eru í januar. Vit eru javnir í stigum við United, so vit mugu verða jaligir, og halda áfram við at stríðast. Segði Benitez við BBC.