Rafael Benitez vísur staðiliga aftur, at hann fer úr Liverpool. - Liverpool er tað týdningarmesta fyri meg. Eg dámi ikki, at fólk tosa um meg og mína framtíð. Mín fyrsti prioritetur er at syrgja fyri, at Liverpool gerst betri, sigur Benitez við enska blaðið, Daily Mail.
Í farnu viku tapti Liverpool ímóti bæði Wigan í Premier League og ímóti Lille í Europa League.
Nú krevur Benitez, at spælarnir hjá Liverpool taka seg saman. - Tað einasta vit hugsa um er dysturin ímóti Portsmouth, og eftir tað er dysturin ímóti Lille á breddanum. Aftaná Lille møta vit Manchester United, so hetta verður ein ógvuliga avgerandi vika fyri okkum, staðfestir Benitez. - Vit eru greiðir yvir, at vit hava havt nakað av trupuleikum seinastu tíðina, men vit vita, at vit kunnu loysa hesar trupuleikar við at arbeiða hart. Vit fara saman at stríðast fyri Liverpool, sigur Rafael Benitez við Daily Mail.