Liverpool venjarin hevur sett ein steðgara fyri ósemjuni við eigararnar báðar, amerikumennirnar Hicks og Gillett, um transfer-pengar, upp undir kampinum í bólki A í kvøld, har Liverpool eru vertir fyri Porto. Benitez ynskir ikki at hava focus nakra aðra staðni enn á dystinum, ið Liverpool fer at gera alt fyri at vinna.
Men í stríðnum millum partarnar í Liverpool, hevur Benitez longu sagt somikið, at hann verður tryggjaður ein dyggan og hollan stuðul frá viðhaldsfólkunum, undir dystinum í kvøld. -Porto hevur verið eitt av teimum sterku liðunum í Europa í nógv ár, og tað mugu vit vera varnir fyri. Vit vita at Champions League fótbóltur altíð er ørðvísi, og hetta er nakað, vit mugu vera varnir fyri, og konsentratiónin má vera 100 %
Reina hevur úttalað seg um komandi kampin, og hann metir at um Liverpool megnar at vinna, ger tað dystin í Marseille til eina sanna finalu, og í slíkum støðum hava vit áður staðið í.
Hetta er ein ?Must win? dystur, og vit hava tørv á at visa styrki og samanhald og góðan ítróttaranda, so skal tað nokk gangast okkum væl, sigur málverjin hjá Liverpool, ið er sera spentur um dystin í kvøld.
Ein skrúðgonga verður á dagskránni og eisini constant heiðran av navni Benitezar, og Benitez er meira enn fegin um hesa ímynd av sær sjálvum, ið verður borin kring atlantshavið.
Og Benitez, ið hevur fingið stuðul frá spælarunum, harímillum bæði Steven Gerrard og Jose Reina, sigur seg ikki nýtast at skula motivera sínir spælarar í kvøld.
Liverpool hava tørv á at vinna báðir teir írestandi dystirnar av bólkaspælinum, til tess at tryggja sær luttøku millum tey 16 liðini, ið fara víðari úr bólkaspælinum. Bæði í kvøld móti Porto, og móti Marseille, hava teir reyðu fyri neyðini at fáa fulla úrtøku.
- Vit vita hvat má gerast, vit mugu taka dystin upp við sjálvsáliti og tí rætta mentalitetinum. Vit eru í einum góðum stima, og mugu halda áfram at spæla á hendan hátt, sigur Benitez, og leggur afturat, at
- Einum nýtist ikki at siga so nógv við leikararnar áðrenn slíkar dystir. Teir skulu bara fara út á vøllin og lurta eftir stemninginum á viðhaldsfólkunum. Tað er motivatión nokk.