Benitez aftur til Premier League

Umstríddur venjari til Newcastle

Newcastle hevur í dag koyrt venjaran Steven McClaren, eftir at felagið bara hevur vunnið fýra av 15 dystum. Avloysarin verður tann so nógv umstríddi Rafael Benitez, sum fyrr í ár bleiv koyrdur í ongum minni enn Real Madrid.

 

Newcastle hevur í fleiri ár verið eitt felag í nærmast upploysn. Mike Ashley, sum eigur Newcastle, er illa lýddur millum viðhaldsfólkini í norðurenska býnum. Hann hevur upp til fleiri ferður roynt at selt felagið, men er ongantíð komin á mál við søluni.

 

Somuleiðis hevur felagið havt torført við at seta ein venjara, sum viðhaldsfólkini taka til sín. Milluum teirra kunnu nevnast nú koyrdi Steven McClaren, John Carver, Joe Kinnear og til tíðir Alan Pardew.

 

Rafael Benitez settur

Nýggjur venjari er Rafael Benitez, sum fyrr hevur verið venjari hjá Liverpool. Hann er eisini umstríddur. Tíðliga í yrkisleiðini stóð hann seg væl sum venjari hjá Valencia og Liverpool, men hevur síðani havt turbolent í feløgum sum Inter Milan, Chelsea og seinast Real Madrid. Har í millum hevur hann verið venjari hjá Napoli.

 

Tað var í tíðini sum venjari hjá Liverpool, at hann mundi vinna sær flest viðhaldsfólk, men somuleiðis óvinir. Teirra millum José Mourinho, Sir Alex Ferguson, Tony Pulis, Neil Warnock og ikki minst Sam Allerdyce.

 

Seinast nevndi er í dag venjari hjá grannunum og arvafíggindanum Sunderland. Hesi bæði feløgini stríðast í løtuni um yvirliving í Premier League. Spurningurin er so um Sam Allerdyce hesa ferð hevur fyrimunin teirra millum, tí hann er tiltikin fyri at bjarga liðum um niðurflytingarstíðum.