Íslendsku aðalkonsulshjúnini, Benedikt Jónsson og Aðalheiður Óskarsdóttir, skipaðu herfyri fyri móttøku, nú nýggi aðalkonsul Íslands í Føroyum, Benedikt Jónsson, hevur tikið við starvinum.
Serliga Tórshavn og Reykjavík hava eitt gott samstarv, og hetta tosaðu íslendski aðalkonsulin og Annika Olsen, borgarstjóri, eisini um, tá ið hon var til móttøkuna, skrivar Tórshavnar Kommuna á torshavn.fo.
Nýggi aðalkonsulin hevur umboðað land sítt í Moskva, Paris, ST, London og Keypmannahavn. Haraftrat hevur hann havt uppgávur heima í Reykjavík. Og nú er hann komin til Føroyar.
Góða samstarvið millum Havnina og Reykjavík hevur nógv ár á baki.
Westward Ho vitjar eitt nú í Reykjavík triðja hvørt ár á sjómannadegnum. Borgarstjórarnir í høvuðsstøðunum hittast eisini árliga til fund í felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn.
Og seinast í novembur á hvørjum ári kemur umboð úr Reykjavíkar býráð á vitjan í Tórshavn.
Sum siður er, letur Reykjavíkar býur Tórshavnar býi eitt jólatræ sum gávu. Umboðið úr býráðnum í Reykjavík verður á Vaglinum, tá ið jólatræið verður tendrað tann 30. november í ár, skrivar torshavn.fo.
Benedikt Jónsson tók við starvinum sum aðalkonsul Íslands í Føroyum 1. august í ár