Bendtsen á veg út

Alt bendir á, at Konservativi Fólkaflokkurin í Danmark skal hava nýggjan formann fyri Bendt Bendtsen

Teir seinastu mánaðarnar hava danskir fjølmiðlar við jøvnum millumbili havt á máli, at formansskifti var á veg í tí minna stjórnarflokkinum, og nú sigur fyrrverandi konservativi ráðharrin Hans Engell við Fyens Stiftstidende, at formansskiftið er í hondum.

 

Hans Engell vísir á, at í seinastuni hava konservativu ráðharrarnir Lene Espersen og Brian Mikkelsen verið sera virknir, meðan lítið og einki er at hoyra frá Bendt Bendtsen. Eitt nú var tað Brian Mikkelsen, sum beint fyri summarfrítíðina samráddist vegna Konservativa Fólkaflokkin um ymisk búskapartiltøk, sjálvt um Bendt Bendtsen umsitur júst búskaparmál í stjórnini.

 

Hóast Brian Mikkelsen hevur verið nógv frammi í seinastuni, so er tað ikki serliga sannlíkt, at hann verður formaður hjá teimum konservativu eftir Bendt Bendtsen. Løgmálaráðharrin, Lene Espersen, verður hildin at vera tað besta boðið, og umhvørvismálaráðharrin, Connie Hedegaard, kann vera eitt annað boð.