Bendtner er sáttmálabundin við Arsenal, en hetta kappingarárið hevur hann verið leigaður út til Birmingham. Har hevur tað gingið framúr væl hjá unga dananum, og nú er áhugin stórur hjá fleiri feløgum fyri at keypa danska spælaran. Men Bendtner sjálvur sigur nú, at hann vil aftur til Arsenal, tá ið leiguavtalan við Birmingham endar í summar.










