Bendtner umhugsar framtíðina

Danski landsliðsframherjin í Arsenal, Nicklas Bendtner, sum í løtuni er útleigaður til Sunderland, skal eftir ætlan venda aftur til Arsenal í summar. Tað er tó ikki púra vist, tí nú sigur framherjin sjálvur, at tað er áhugi fyri honum frá øðrum feløgum, og við Ekstrablaðið sigur hann, at tað ikki er óhugsandi at skifta til russiskan fótbólt.

- Tað eru nógvir góðir spælarar, sum fara til Russlands. Nógvir spælarar, sum áður ikki høvdu gjørt tað, sigur Nicklas Bendtner við blaðið.
Hann sigur at enda í samrøðuni, at áðrenn hann avger at fara aftur til Arsenal, fer hann eisini at hyggja at øðrum møguleikum.