Nicklas Bendtner var í fjør best lønta ítróttarnavnið hjá Danmark. BT skrivar, at Bendtner hevur eina ársinntøku upp á 27,5 milliónir krónur. – Sjálvandi er tað deiligt at hava nógvar pengar. Tað gevur jú eitt ávíst frælsi. Men upphæddirnar í sjálvum sær eru einki mál hjá mær. Tá hava tey, sum standa mær nær, nógv størri týdning, sigur Bendtner við BT. Næst á listanum vóru Christian Poulsen og Caroline Wozniacki.
Tíðindi