Danski fótbóltsspælarin Nicklas Bendtner hevur stórar ætlanir sum álopsspælari í Onglandi. Bendtner, sum spælir fyri Arsneal, sigur við blaðið The Guardian, at hann ætlar sær at verða toppskjútti í ensku Premier League.
- Innan fimm ár skal eg verða toppskjútti í Onglandi, og eg skal verða kendur sum ein álopsspælari í heimsflokki. Trúgv mær, tað fer at henda, sigur Bendtner við blaðið.










