Tað gongur skjótt fyri seg í fótbólti. Leygardagin brendi danski framherjin, Nicklas Bendtner, fýra upplagdar møguleikar, tá Burnley var á vitjan. Fjølmiðlarnir vóru skjótir at seta spurnartekin við 22 ára gamla danan, men í gjár svaraði Bendtner so sjálvur aftur. Hann fekk tríggjar møguleikar og skoraði trý mál!
– Hatta var fantastiskt! Tað er langt síðani, at eg havi skorað hattrick. Eg hevði lagt dystin leygardagin aftur um meg, og hugsaði bara um dystin í dag. Sigurin gevur okkum nógv sjálvsálit. Vit vilja vinna Champions League, tí tað hevur felagið ongantíð megnað, segði Bendtner eftir dystin.
Tá tað undan dystinum gjørdist greitt, at liðskiparin og snúningsdepilin á Arsenal-liðnum, Cesc Fabregas, ikki fór at verða tøkur, kom spurningur: Klárar Arsenal seg uttan Fabregas? Liðið hevði jú tapt fyrra dystin 2-1, men venjarin, Arsene Wenger, segði undan dystinum, at tað var ongin umbering, at Fabregas var skaddur.
Tvær málperlur
Arsenal prógvaði allan dystin ígjøgnum, at liðið eisini klárar seg uttan Fabregas. Maðurin, ið avloysti hann á miðjuni, var Samir Nasri. Umframt at spæla ein góðan dyst, so skoraði hann eisini eitt framúrskarandi mál til 3-0. Við einum einmansavriki dribblaði Nasri fram við helminginum av Porto-spælararunum, og endaði við at smekka bóltin á aftaru stongina og inn úr spískum.
Tríggjar minuttir seinni vísti Arsenal ein aðra síðu av vakra fótbóltsspælinum. Eftir eitt hornaspark til Porto, fór Arsenal í mótálop. Verjan hjá portugisunum kláraði slett ikki at fylgja Andrei Arshavin, ið legði bóltin fyri føturnar á Emmanuel Eboue, sum dró fram við málmanninum og skoraði. Tvey mál, ið vístu Arsenal, tá liðið er best.
Eftir dystin var venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, væl nøgdur, men hann spardi tó eitt sindur upp á rósandi orðini til Nicklas Bendtner.
– Vónandi fær Bendtner ikki alt ov gott sjálvsálit av hesum, men tað er gott fyri hann. Eg eri glaður hansara vegna. Hetta vísur eisini, hvussu skjótt tað gongur í fótbólti. Vónandi gevur hetta honum hug at arbeiða harðari, segði Wenger við einum smíli, samstundis sum hann staðfesti, at hann ikki ræðist at møta einum enskum liði í fjórðingsfinaluni.











