Bendtner ímóti fyrrverandi liðfeløgunum

Fleiri dystir eru á skránni í ensku Carling Cup í kvøld

Í kvøld og í annaðkvøld vera fleiri dystir spældir í ensku Carling Cup steypakappingini.

 

Sum oftast spæla fleiri av ovaru liðunum allar teir fyrstu dystirnar í Carling Cup kappingini við sínum sokallaða eykaliðið, har tey ofta trekkja lið úr lægru deildunum í fyrstu umførunum.

 

Men í onkrum av dystunum er tað troffið soleiðis, at ovaru liðini í Premier League møtast innanhýsis. Millum annað í Leicester, har meistararnir frá farna kappingarárið, Leicester, taka á heimavølli móti meistaraliðnum undan Leicester, Chelsea.

 

Av øðrum áhugaverdum dystum, kann millum annað nevnast at Liverpool á útivølli spælir ímóti Derby County, og at Arsenal á útivølli spælir ímóti Nottingham Forest, sum fyri kortum heintaði fyrrverandi Arsenal áleyparan, Nicklas Bendtner inn í hópin. Tað er væntandi at Nicklas Bendtner í kvøld fær sín fyrsta dyst frá byrjan fyri Nottingham Forest. Nakað sum tó ikki er váttað enn.

 

Televarpið vísir ein av dystunum. Teir vísa Leicester-Chelsea, sum byrjar klokkan 19:45 og sum sæst á Kanal 6.

 

 

Dystirnir í kvøld sum allir byrja klokkan 19:45:

Bournemouth – Preston

Brighton – Reading

Derby – Liverpool

Everton – Norwich

Leeds – Blackburn

Leicester – Chelsea

Newcastle – Wolves

Nottingham Forest - Arsenal