Fótbóltsspælarin Nicklas Bendtner er í dag dømdur í býrættinum í Keypmannahavn.
Rætturin dømdi hann 50 daga treytaleysa fongsling fyri at hava sligið ein hýruvognsførara í Keypmannahavn.
Verjin hjá danska fótbóltsleikaranum boðaði tó frá stutt eftir at dómurin fall, at dómurin verður kærdur til landsrættin.









