Tað gekk hart fyri seg, tá danska fótbóltslandsliðið skuldi feirað HM-luttøkuna, sum varð tryggjað leygardagin. Sambært Se og Hør helt landsliðið til á B41 í danska høvuðsstaðnum, og tá rokningin fyri veitsluna kom, var hendan um tær 20.000 krónurnar. Ta rokningina tók Bendtner sær av, men tað skuldi bara mangla, tá hann sambært danska blaðnum hevði verið høvuðspersónur í veitsluni. Millum annað við at keypa champagnu, sum varð sprænd yvir liðfelagarnar.










