Bendt Jensen var yvirlækni á Medisinskari deild á Landssjúkrahúsinum frá
1960 til 1973.
Bendt er føddur og uppvaksin í Odense og kom til Føroya at virka sum lækni á
fyrsta sinni í 1959. Frammanundan hevði hann arbeitt á ymsum sjúkrahúsum í
Danmark og Norðursvøríki.
Bendt Jensen var fyrsti yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, ið varð settur
aftrat Paula Dahl, og hann átti eisini sín part í, at tað nýggja
Landssjúkrahúsið stóð liðugt í 1967. Bendt Jensen bar orð fyri at vera ein
sera dugnaligur og nærlagdur lækni, og tiltikin barngóður. Hann mundi eisini
vera ein tann fyrsti danskari, ið gjørdist limur í Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag, nakað sum kanska ikki var so vanligt tá á døgum.
Í teirri lítlu Havnini, sum tá varð, gjørdust læknahjúnini Uppi undir Varða
ein býarmynd. Tey fullu sera væl til í Føroyum, men valdu kortini at flyta
aftur til Danmarkar í 1973. Í mong ár høvdu hjúnini privatklinikk í
Roskilde, og eftir at Bendt fór frá við eftirløn, hava tey búð á
Frederiksberg.
Bendt Jensen er væl kendur í læknaverðini fyri sínar medisinsku ritgerðir.
Føðingardagin heldur Bendt Jensen heima við hús. Adressan er:
Godthåbsvej 95, st. t. h.,Dk-2000 Frederiksberg, tlf. 0045-38 86 97 32
Heri Eysturlíð