Formaðurin í Konservativa Fólkaflokkinum í Danmark er komin undir trýst frá egnum floksfeløgum. Bendt Bendtsen hevur verið formaður í Konservativa Fólkaflokkinum í átta ár, og hetta er fyrstu ferð, at kreftir í flokkinum alment siga, at hann er kanska ikki tann best egnaði formaðurin.
-Hann hevur megnað at fáa baklandið at binda frið, men vit skulu framá, og tí noyðast vit at viðgera formansstarvið, sigur tann konservativi borgarstjórin í Allerød, Eva Nejstgaard, við Berlingske Tidende.
Samstundis hevur ungmannafelagið hjá Konservativa Fólkaflokkinum boðað frá, at tað fer at umrøða formansstarvið á landsfundinum, sum verður um vikuskiftið. Á landsfundinum skulu limirnir taka støðu til, um teir vilja hava Lene Espersen, løgmálaráðharra ella Connie Hedegaard, umhvørvismálaráðharra at taka við eftir Bendt Bendtsen.