Bendt Bendtsen frá sum formaður

Formaðurin í Konservativa Fólkaflokkinum í Danmark, Bendt Bendtsen, leggur formansstarvið frá sær Bendt Bendtsen hevur gjørt av at stilla upp til Evropatingið og hevur tí valt at fara frá sum floksformaður. Fyribils tekur Lene Espersen við sum formaður hjá teimum konservativu.

Bendt Bendtsen er búskapar- og vinnumálaráðharri, og sambært fjølmiðlunum tekur Lene Espersen við teimum málsøkjunum. Hon er í løtuni løgmálaráðharri, og tað málsøkið yvirtekur Brian Mikkelsen, sum er mentamálaráðharri.