Nógv bendir á, at hann ætlar at spæla eina 4-4-2 uppstilling, og hetta kann geva unga Arsenal-áleyparanum, Nicklas Bendtner, møguleikan frá byrjan av. – Eg royni at gera mítt besta til venjing fyri at vísa Morten Olsen, at eg skal byrja inni. Tað er eitt mál hjá mær, at spæla meira fast í framtíðini, sigur Bendtner.