Bendir á írskt ja

Í Írlandi benda allar meiningakanningar á, at írar fara at atkvøða fyri Lissabon-sáttmálanum, tá fólkaatkvøða verður um spurningin síðst í vikuni. Í einari kanning, sum bleiv almannakunngjørd í gjár, søgdu 55 prosent, at tey fara at siga ja, 27 prosent fara at siga nei, og 18 prosent høvdu ikki tikið støðu enn.

Ein kanning, sum blaðið Irish Times prentaði leygardagin, vísti, at 48 prosent ætla sær at atkvøða fyri, 33 prosent vóru ímóti, og 19 prosent vistu ikki.

Tá írar vóru á fólkaatkvøðu um Lissabon-sáttmálan í juni í fjør, atkvøddu 53,4 prosent ímóti sáttmálanum, sum tí ikki er komin í gildi í ES enn.