Bendir á stórsigur til Macron ímóti Le Pen

Fagnaður er á høvuðsstøðini hjá Macron og ringt lag hjá Le Pen, tá fyrstu kanningar frá valstøðunum vóru kunngjørdar

 

Viðhaldsfólk hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, í fagnaðarrópi við Eifelltornið, tá úrslitið frá kanningum frá valstøðum var greitt. - Foto: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix

Franski forsetin, Emmanuel Macron, stendur til afturval, vísa kanningar á valstøðunum, sum eru almannakunngjørdar eftir at valhølini lótu aftur klokkan 20 franska tíð.

Kanningar í stórum fronskum miðlum benda á, at hann fær umleið 58 prosent av atkvøðunum, meðan Marine Le Pen fær um 42 prosent í seinna valumfari á forsetavalinum í dag.

Fleiri kanningar á valstøðum vórðu almannakunngjørdar klokkan 19 okkara tíð, tá síðstu valstøðin lótu aftur.

Á høvuðsskrivstovuni hjá Macron í miðbýnum í París hoyrdist fagnaður. 

Hinvegin vóru stuðlarnir hjá Le Pen vónbrotnir. Á valveitsluni hjá flokkinum Tjóðskaparlig Sameining hoyrdust bu-róp frá fólkinum.

Í grannalandinum Belgia hevur forsætisráðharrin Alexander De Croo sum tann fyrsti evropiski ríkisleiðarin ynskt Macron tillukku við sigrinum.

Eisini ES forsetin Charles Michel ynskir franska forsetanum tillukku við afturvalinum.

Endaliga valúrslitið væntast greitt í nátt.

/ritzau/Reuters

 

Viðhaldsfólk hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, í fagnaðarrópi við Eifelltornið, tá úrslitið frá kanningum frá valstøðum var greitt. - Foto: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix