Ábendingar um liðið til venjing í dag

Landsliðið: Tað er líkt til, at ein Víkingur fær ein avgerandi leiklut á miðvøllinum

Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevði í dag sína seinastu venjing undan fráferðini til Moldova í morgin. Føroyska landsliðið skal komandi skal hóskvøldið spæla móti Moldova, sunnudagin móti Eysturríki og mikudagin 31. mars móti Skotlandi. Allir dystirnir eru á útivølli.

Allur hópurin hevur verið samlaður á Hotel Hilton síðani í gjár, og liðið hevur havt tvær venjingar. Fyribils eru ongir skaðar og allar spælararnar, sum blivu úttiknir, eru við. Bartal Wardum hevur verið tilkallaður til venjingarnar, tí Odmar Færø hevur havt smávegis trupulleikar við rygginum.

Til venjingina í dag vóru onkrar ábendingar, um hvat Håkan Ericson ætlar sær móti Moldova. Serliga er líkt til, at Gunnar Vatnhamar fer at fáa møguleikan á verjukenda miðvøllinum. Landsliðið hevur síðani Fróði Benjaminsen gavst leitað eftir einum spælara, sum kann halda javnvágina á liðnum.

Håkan Ericson sigur í samrøðu við FM1, at hann roynir Gunnar Vatnhamar á verjukenda miðvøllinum, men vil ikki siga hvør byrjar inni til dystin.

Tað er ein dystur millum Teit M. Gestsson og Gunnar Nielsen um málmansplássið. Í verjuni bendir nakað á, at tað verða Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.

Á miðvøllinum var ein samanseting, Gunnar Vatnhamar og Hallur Hansson á miðjuni, Brandur Hendriksson til vinstru og Sølvi Vatnhamar til høgru. Fremstir vóru Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen. Í leypi av venjingini bleiv skift út á fleiri plássum.

– Eg havi eina meining um hvør skal byrja inni, og eg havi nokk sett einar níggju av teimum 11, men eg taki ikki eina endaliga avgerð fyrr enn kvøldið fyri, sigur Håkan Ericson í samrøðu við FM1.

Føroyska landsliðið fer í morgin til Moldova. Føroyar spæla móti Moldova hóskvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur studio frásøgn frá dystinum.

##ms##