Benayoun leingir við Liverpool

Yossi Benayoun og Liverpool er komin ásamt um, at spælarin leingir sín sáttmála við felagið fram til 2013. Verandi sáttmálin gekk annars fram til summarið 2011, men ísraelin gjørdi somikið nógv vart við seg í fjør, at Rafael Benitez longu nú vildi hava felagið at leingja sáttmálan.