?Zoolander?-filmurin er ikki gloymdur og Ben Stiller arbeiðir í løtuni við einum eftirfylgjara til væl umtókta filmin.
Ein Facebook-fanbólkur við navninum ?Derek Zoolander?s Group For Really Really Ridiculously Good Looking People? hevur 200.000 limir. Ben Stiller arbeiðir nú við einum eftirfylgjari til komediuna frá 2001.
Stiller arbeiðir í løtuni við at lesa møgulig handrit ígjøgnum og í hesum arbeiði noyðist hann at vera sera kritiskur.
- Mær dámar sera væl originalin og tí vil eg fegin tryggja mær, at 2?arin livir upp til standardin.
Fyri Stiller er eisini týdningarmikið, at søgan er frísk, nýggj og øðrvísi.









