Ahmed Ben Bella, sum var tann fyrsti forsetin í Algeria, eftir at landið var vorðið sjálvstøðugt, er deyður 91 ára gamal.
Fransmenn stýrdu Algeria til 1962, tá landið fekk sjálvstýri eftir eitt blóðugt stríð, sum vardi átta ár. Ben Bella, sum sjálvboðin fór upp í franska herin í 1936, var í fyrstu fyribilsstjórnini, sum uppreistrarmenninir skipaðu. Hann bleiv tikin í 1956 og sat í fongsli í Fraklandi til 1962, tá hann gjørdist forseti.
Í 1980 koyrdi herurin Ben Bella frá. Hann fór í útlegd, men vendi aftur til Algeria í 1990 og hevur búð har síðani.










