Frá 1. august at rokna verður nýggi stjórin í Atlantic Petroleum Ben Arabo. Tað boðar felagið frá á heimasíðu síni. Ben Arabo starvast í løtuni sum Exploration Business Manager fyri Hess í landsynningsasia, har hann hevur ábyrgd av samráðingum og handilsleiðslu hjá Hess.
Hann hevur starvast hjá Hess síðani 1996 og frá 1998 til 2006 starvaðist Ben Arabo fyri Hess í Føroyum. Síðani varð hann útsendur til London, áðrenn hann í fjør flutti til Jakarta í Indonesia.
- Eg eri sera fegin um, at Ben Arabo hevur játtað at gerast stjóri í Atlantic Petroleum. Hann hevur drúgvar royndir frá olju og gassídnaðinum. Hansara itan á økinum fer at hava stóran týdning fyri felagið, sum seinastu tvey árini hevur broytt seg til at vera eitt oljuframleiðandi felag, sigur Birgir Durhuus, nevndarformaður.
- Eg eri fegin um at taka um endan hjá Atlantic Petroleum og fari at halda fram at menna og vaksa um felagið saman við ídnu starvsfólkunum. Munandi cash flow?ið frá verandi framleiðslum og tøkniligu royndirnar skapa eitt gott grundarlag fyri vøkstri við nýggjum ætlanum, sigur Ben Arabo.









