Tað er typiskt at føroyskir politikarar kopiera okkurt úr øðrum londum, næstan samstundis sum onnur eru í ferð við at venda tí bakið. Hetta sæst ikki í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið, har aðalráðið í ein ov stóran mun er sloppið at skriva ein aktivistiskan frístíl, sum í støðum hevur avmarkað samband við veruleikan. Sum til dømis tá tosað verður um at veðurlagsbroytingarnar longu hava umfatandi avleiðingar fyri landbúnað, samstundis sum heimsins landbúnaðarframleiðsla, sum so at siga er vaksin uttan íhald seinastu 60 árini, framvegis veksur, ella tá man púra uttan data tosar um ódnir, glopraregn og onnur veðurfyribrigdi, ið vit altíð hava havt, sum um tað er nakað nýtt, sum er komið við sokallaðu veðurlagskreppuni.
Veruleikin er, at síðani 1920 er talið av fólki, sum doyggja av veðurlagsávum, minkað við meira enn 99% roknað per millión íbúgva. Ongantíð í heimssøguni hava vit verið so trygg frá veðurlagnum, sum nú, ikki minst takkað verið tøkni og atgongd til bíliga orku. Hetta hóast vit sjálvandi altíð fara at hava melduródnir, hitabylgjur, turk og áarlop, eins og vit altíð hava havt tað.
Netto-null politikkur skaðar meira enn veðurlagið
Í tí veruliga heiminum síggja vit katastrofalu avleiðingarnar av grøna politikkinum. Til dømis í Týsklandi og Bretlandi, har orkuprísir eru farnir uppundir loft og ídnaðarframleiðslan minkar í stórum.
Bretland hevur ofrað meginpartin av sínum tungídnaði og oljuvinnu á veðurlagsaltarinum og innflytir nú tungídnaðarvørur úr Asia, uttan at nakað sum helst er vunnið í CO2 útláti. Tað er bara flutt í onnur – mangan meira dálkandi - lond, og helst er útlátið vorðið størri samlað sæð av at flyta stál og annað tvørturum hálvan knøttin til Bretlands.
USA hevur sum kunnugt trekt seg úr París sáttmálanum, og tey stóru útlátslondini í Asia økja framvegis um útlátið, sum hvør dagur skuldi verið tann síðsti. Meðan CO2 útlátið í Europa er minkað frá 1990 til dagin í dag, hevur USA staðið í stað, meðan Kina og India hava meira enn trífaldað sítt útlát frá 1990. Heimurin hevur í dag á leið 57% hægri CO2 útlát enn, hann hevði í 1990 hóast ráðstevnur, protokollir, París sáttmála og ST áheitarnir.
Danmark er farið út um alt mark við – sum einasta land í heiminum - at skatta útlát frá neytum við tí úrsliti, at bøndur í danmark eru farnir at seta tilsetningsevni til neytafóður, sum skal minka um tarmluft hjá neytum. Tey flestu duga at síggja, at hetta er ørskapur, men sum við nýggju klæði keisarans, so tora fá at siga tað eyðsædda.
Grøni politikkurin ger at milliardir verða brendar av til lítla nyttu, og vit gerast øll fátækari við at fáa dýrari streym og dýrari matvørur, uttan at heimurin gerst betri. Ávirkanin á veðurlagið av grøna politikkinum er í allarbesta føri evarska lítil.
Veðurlagsbroytingar eru ikki tað sama sum ein veðurlagskreppa
Nú er tíbetur breið vísindalig semja um, at verðin gongur ikki undir av CO2 útláti, hóast tað verður eitt vet heitari, og onkur negativ árin kunnu ávísast. Nakra veðurlagskreppu er ikki talan um.
Støkkmarksdómadagsprofetiir, hóast sjónligar við stórum breddum í miðlunum, eru ikki tað, ið man lesur úr vísindaligum frágreiðingum, sum t.d. teimum, ið IPCC hevur útgivið. Slíkar dómadagsprofetiir kunnu bara brúkast at selja miðlar og at forskrekkja børn við.
Árinini av veðurlagsbroytingum verða nógv minni, enn árinini av einari avindustrialisering av øllum vesturheiminum, sum tykist verða tað, ið nógvir politikarar ynskja.
Man gloymir, at einasta grundin til at góðar 8 milliardir menniskju liva á hesi klótu, er modernaður ídnaður og modernaður landbúnaður við øllum tí sum hartil hoyrir.
At avindustrialisera vesturheimin og innføra grønan planbúskap fer at skapa hungur, hall og ófrið, og tað fer at kosta nógv meira í allar mátar, enn veðurlagsbroytingar nakrantíð fara at gera. Vit kenna tann kommunistiska planbúskapin frá Sovjetsamveldinum og tí gamla Eystureuropa. Tað er líka mikið hvussu vorðin planbúskapur er. Hann er altíð skaðiligur og skapar altíð fátækdømi og spill.
Koyrið uppskotið um veðurlagslóg í skrell
Latið okkum – sum Bretland av ringum royndum fer at gera í næstum - koyra uppskotið um netto-null útlát í 2050 í skrell, og savna okkum um at menna hetta landið til frama fyri tað fólk, ið her býr.
Netto-null útlát í 2050 verður ikki rokkið globalt – so langt frá tí, og tað verður heldur ikki rokkið í Føroyum.
Sjálvandi skulu vit ansa eftir umhvørvinum og okkara náttúrugivna tilfeingi, men tað gera vit ikki við at skapa eitt bureaukratparadís og við at brannskatta føroyska brúkaran. Alt sum føroyingar innflyta ella útflyta verður fraktað við olju. Tí er tað reint sjálvmorð fyri føroyingar at arbeiða fyri eykaavgjøldum á olju.
Netto-null skattapakkin undir altjóða sjóvinnustovninum IMO bleiv tíbetur útsettur í 2025 í hvussu so er í eitt ár, tí at USA og mong onnur lond atkvøddu ímóti. Aðalráðið, ið leggur uppskotið um veðurlagslóg fram, heldur eftir øllum at døma ikki, at hetta er vert at nevna í sínum almennu viðmerkingum til veðurlagslógaruppskotið, hóast tey brúka nógv pláss at skriva um IMO.
Tað sær út sum øll verðin trampar í takt í veðurlagsmálum, um man skal trúgva ikki sørt propagandistisku almennu viðmerkingunum til veðurlagslógina. Tíbetur er tað ikki so, og vit føroyingar skulu ikki hoppa uppá ein vogn, sum er í ferð við at blíva avsporaður.
Okkara orku- og umhvørvispolitikkur eigur at verða at syrgja fyri at el, olja og onnur orka er at fáa í ivaleysum nøgdum so bíligt sum møguligt í Føroyum, og so at tað verður fingið til vega á so forsvarligan hátt sum møguligt. Raðfylgjan hevur týdning.
Grøn gjøld raka altíð tey lágløntu harðast
At seta eina veðurlagslóg í verk í Føroyum, fer bara at gera føroyingar fátækari, økja um bureaukratiið og seinka allan framburð. Tað eru altíð tey lágløntu sum verða harðast rakt av grønum avgjøldum og grønum politikkum.
Tá man so harafturat ongan mun ger, so er líka nógv meining í einari veðurlagslóg, sum í einari lóg um flóð og fjøru.
Ben Arabo, skattgjaldari












