-Hyggið ikki bara eftir Danmark - Bretland rúmar eisini nógvar møguleikar fyri føroyingar sigur Ben Arabo, sum arbeiðir í oljuvinnuni í London. Vinnurásin á Rás2 kl. 16 í dag Hann er ein av teimum ungu føroysku vinnulívsmonnunum, sum er komin langt. Í dag starvast hann hjá amerikanska oljufelagnum Amerada Hess í London, har hann er við til at leggja til rættis nýggj leitiøki í eitt nú Norðurafrika. Vinnurásin á Rás2 hevur tosað við hann um vinnu- og útbúgvingarmøgleikar í Bretlandi og um støðuna heima í Føroyum og hevur eisini spurt hann um almenna bygnaðin í Føroyum, sum hann heldur er tabuevni. -Føroyingar hava í alt ov stóran mun kopierað danskar loysnir, vitandi, at tann almenni sektorurin í Danmark er tann størsti í øllum heiminum. Vit áttu eisini at hugt at, hvussu bretar bera seg at sigur hann í sendingini.