Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag verður á Hotel Føroyum hin 28. desember og lagt verður fyri klokkan 11.
Á skránni til aðalfundin verður frásøgn hjá formanninum í felagnum, Eyðsteini Djurhuus, um virki felagsins í farna ári. Síðan verður framløga og støðutakan til roknskapin. Eftir tað verður val av nevndarlimum, val av grannskoðara og ásetan av limagjaldi.
Gestarøðari á aðalfundi hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag verður Ben Arabo, stjóri hjá Atlantic Petroleum.
- Vit vilja bjóða øllum limum okkara at koma á aðalfund felagsins. Vegna umvælingar í Norðurlandahúsinum, verður fundurin í ár hildin á Hotel Føroyum, og umstøðurnar har eru eisini sera góðar, sigur felagið, nú aðalfundurin stundar til.