Ben Arabo fer frá sum stjóri

Ben Arabo hevur sagt upp sum stjóri í Atlantic Petroleum. Tað boðar nevndin frá  í tíðindaskrivi í dag.

- Tað harmar okkum at skiljast frá Ben Arabo. Eg ynski at takka honum fyri hansara virksemi hesi árini. Seinastu trý árini hava verið sera avbjóðandi í oljuvinnuni, men Ben hevur leitt Atlantic Petroleum gjøgnum sera ókyrt hav. Felagið er nú fíggjarliga umskipað og fer væntandi at fáa inntøkur aftur í 2018. Hetta er eitt gott grundarlag fyri at vaksa um felagið aftur og keypa nýggja ogn, sum verður ein av høvuðsuppgávunum hjá komandi stjóranum, sigur Birgir Durhuus, nevndarformaður í Atlantic Petroleum.

 

Ben Arabo hevur verið stjóri í Atlantic Petroleum síðani 1. august 2010. Áðrenn tað arbeiddi hann fyri Hess frá 1996 til 2010.

 

Einki verður sagt um, hvørt Ben Arabo er á veg í annað starv ella ikki.