Ben Ali dømdur lívlangt fongsul

Ein hernaðardómstólur í Tunesia hevur dømt landsins fyrrverandi einaræðisharra Zine al-Abidine Ben Ali lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava givið herinum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki undir uppreistrinum í fjør.

Talan er um fráverudóm, tí tað eydnaðist Ben Ali og húski hansara at flýggja av landinum til Saudiarabia, og tað er tí ein stórur spurningur, um hann nakrantíð verður revsaður.

Hernaðardómstólurin hevur samstundis dømt fyrrverandi trygdarstjóran Ali Seriati 20 ára fongsul, og fyrrverandi innanríkisráðharrin Rafik Belhaj Kacem fekk 15 ára fongsul.

Meiri enn 30 onnur umboð fyri tað gamla einaræðið eru dømd í fongsul.