Ein hernaðardómstólur í Tunesia hevur dømt fyrrverandi tunesiska einaræðisharran Zine al-Abidine Ben Ali 20 ára fongsul fyri at hava eggjað til ófrið, dráp og rán.
Ben Ali bleiv koyrdur frá valdinum í januar í fjør, tá fólkið gjørdi uppreistur ímóti honum. Hann hevði tá stýrt Tunesia við harðari hond í 23 ár. Hann fór av landinum og hevur síðani búð í útlegd í Saudiarabia, og dómurin í dag er tískil ein fráverudómur.
Aftan á kollveltingina í Tunesia í fjør varð Moncef Marzouki valdur til forseta. Hann var ein av teimum harðastu mótstøðumonnunum hjá Ben Ali og varð noyddur til at búgva í útlegd í Fraklandi í tíggju ár.