Chelsea hevur leingi leitað sær eftir einum avloysara á høgra bakkplássi, og ætlanin hevur alla tíðina verið at keypa brasilska Dani Alves frá Sevilla.
Sevilla hevur tú havt bestan hugin at selja Dani Alves, og í fleiri umførum hava teir avsligið góð tilboð frá Chelsea fyri høgra bakkin. Hetta endaði við, at Alves bleiv so irriteraður, at hann hótti við at fara í verkfall móti felag sínum, um hann ikki slapp at skifta til Chelsea.
Nú er tó líkt til, at Chelsea hevur fingið nokk av Sevilla, tí fyrr í dag keyptu teir ein annan høgra bakk. Talan er um brasiliumannin, Juliano Belletti, sum kemur til enska stórfelagið frá FC Barcelona.
Handilin er ikki enn komin endaliga upp á pláss, tí Belletti manglar at samráðast um persónlig krøv, umframt at tann obligatoriska læknaroyndin eisini skal fáast frá hondina. Nógv týður tó upp á, at hann um ikki so langa tíð verður at finna í Chelsea.
Belletti hevur undan tíðina í Barcelona spælt við Cruzeiro, Sao Paulo, Atletico Mineiro og Villareal.