Bellamy ávegis til West Ham

Síðani Liverpool keypti Fernando Torres, er tað blivið klárt, at Craig Bellamy ikki skal vænta sær alt ov nógva spælitíð í felagnum.

Tí hevur slaturin gingið um, at Bellamy leitar sær eftir nýggja felag, og at Liverpool eru áhugaðir at selja, og nú tykist tað vera greitt, at Bellamy er ávegis til West Ham. West Ham hevur eftir øllum at døma boðið Bellamy eina vikuløn uppá knappar 800.000 kr. fyri at lokka hann til felagið. Bellamy fer helst at kosta West Ham knappar 100 mió. kr., og í árinum, sum hann hevur spælt fyri Liverpool, hevur hann skotið sjey mál.