Konsert
14. og 15. september standa sum dagarnir, tá Bellamy Brothers hava framførslur í Føroyum. Hetta framgongur av heimasíðuni hjá bólkinum, sum tó enn ikki hevur sett klokku á framførslurnar.
Lættari næstu ferð
Bellamy Brothers hava eina ferð áður verið í Føroyum. Í 1997 fyltu teir høllina á Hálsi á tremur við country-hugaðum føroyingum, og einki er at ivast í, at góðu undirtøkan ta ferðina hevur givið fyrireikarunum dirvi til at hava tvær framførslur á skránni hesaferð.
- Tað er einki at ivast í, upplivingin hjá teimum ta ferðina hevur gjørt okkara arbeiðið lættari, sigur Eyðun Samuelsen, sum er ein av fyrireikarunum.
Sjálvur sigur hann, at enn eru nøkur formlig viðurskifti at greiða, áðrenn felagið kann fara undir søluna av atgongumerkjum.
- Vit ætla at fáa gongd á forsøluna hampuliga skjótt. Talið av atgongumerkjum er avmarkað, og tá er tað ofta ein fyrimunur, at vera úti í góðari tíð. Málið er at halda kostnaðinum niðan fyri 500 kr., og fyri hetta skulu fólk so fáa upphiting við einum føroyskum country-bólki, Bellamy Brothers sjálvar og so dans aftaná, sigur Eyðun.
Vilja royna Suðuroynna
Tá stór tónleikanøvn hava vitjað í Føroyum, hevur Suðuroyggin vanliga ikki staðið ovast á listanum, men tað er kanska nakað, sum er ávegis eini broyting. Í øllum førum skal fyrra konsertin við Bellamy Brothers vera í Suðuroynni, og sambært www.bellamybrothers.com so skal konsertin haldast á Tvøroyri.
- Vit vilja við hesum geva suðuroyingum sama møguleika til konsertina, sum restina av landinum fær. Suðuroyggin er jú rættiliga avbyrgd í so máta, og hjá fólki har er tað ein stór fyritøka, bara at fara til Havnar á konsert. Tí vilja vit royna hendan møguleikan, og vit vóna sjálvandi, at tað fer at spæla væl av, sigur Eyðun Samuelsen um hetta.