Bellamy beiggjarnir eru komnir til landið

Bellamy beiggjanir, Howard og David, eru komnir til landið sman við bólkinum hja sær.

 

Teir skuldu koma i gjarakvøldið, men flogfarið avlýsti vegna veður.

 

– Men nu eru teir so aá veg til havnar í øllum góðum, segði Rúni M. Djurhuus, fyriskipari, fyri eini løtu síðani.

 

Bellamy Brothers eru á á einum »world tour« í løtuni, har teir hava spælt í Dubai, Singapore, Sveits, og í gjár vóru teir í Írlandi.

 

– Hettar er fjórða ferð teirra í Føroyum, og annað kann ikki sigast, enn at teir eru væl umtóktir her á landi, tað hevur verið full høll hvørja ferð, sigur Rúni M. Djurhuus.

 

Teir spæla til stóra dansin í Høllini á Hálsi í Havn í kvøld klokkan 23.00.

 

Eftir Bellamy Brothers spæla Hans Jacob Hjelm við orkestri.