Belgiski spælarin er stungin av

KÍ stendur spyrjandi, eftir at nýggi og tryggi miðverjin, sum teir annars høvdu fatan av var nøgdur við umstøðurnar, fór av landinum í gjár

Klaksvíkingar skilja einki. Fyri viku síðani fingu teir 20 ára gamlan belgiskan miðverja í felagið. Hann var dámligur, og at hann er ein fínur fótbóltsspælari sást ólavsøkuaftan, tá ið KÍ spældi væl ímóti HB.
Hóskvøldið fóru tíðindini sum eldur um Klaksvíkina, at nýggi spælarin var rýmdur.
Hvussu hongur hetta saman, spyrja vit KÍ formannin, Gest Hovgaard:
? Tað er rætt, at belgiski spælarin er farin úr Klaksvík, og at hann fríggjamorgunin fór av landinum. Vit skilja einki av hesum, og eg má bara staðfesta, at fótbóltsheimurin ofta er heilt undarligur. Vit hava arbeitt nógv fyri at fáa viðurskiftini hjá spælaranum upp á pláss. Mikukvøldið klokkan ellivu søgdu vit honum og damuni, at nú var íbúðin, sum tey skuldu búgva í, klár at flyta inn í. Tey tóktust vera væl nøgt, og vit vóru samdir um treytirnar fyri, at hann skuldi vera í Klaksvík tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Nú má eg bara staðfesta, at hann er farin avstað, og at hann ikki verður á KÍ liðnum. Eg kenni ikki orsøkina, tí vit hava ikki tosað við hann, síðani hann hósdagin fór úr Klaksvík.
Hetta sigur Gestur Hovgaard, sum annars vísir til Jákup í Stórustovu, sum hevur umboðað KÍ í samráðingunum við nýggja spælaran. Jákup er í løtuni í Noregi við U?17 landsliðnum, sum luttekur í NM kappingini.
Gestur Hovgaard heldur, at tað hevur verið hugaligt at sæð, hvussu dygt klaksvíkingar og norðoyingar hava tikið undir við arbeiðnum, sum var lagt í at fáa bústað, fíggjarligt grundarlag og alt annað, sum tað var neyðugt at gera nakað við, áðrenn klaksvíkingar kundu gera avtalu við 20 ára gamla belgiaran, sum nú altso er á veg aftur til Belgia.