Belgiski kongurin, Albert Annar, boðaði í dag frá, at hann og húski hansara eru til reiðar at fara niður í løn í ár og næsta ár. Kongshúsið vil sostatt virka við til, at politikararnir kunnu fremja neyðugar sparingar á fíggjarlógini fyri at fáa hallið niður um mestamarkið hjá ES.
Boðini frá kongshúsinum hava ivaleyst samband við atfinningar frá flamskum loysingarmonnum, sum hava fýlst á, at ætlanin var at hækka lønirnar hjá kongahúsinum, samstundis sum allir aðrir almennir stovnar skuldu spara.
Belgiska kongshúsið fekk í fjør 11 milliónir evrur á fíggjarlógini.









